Familjuútferðin 2010
Hey tit øll.
Aftur í ár, skipar Autismufelagið fyri tað vælumtóktu familju-úferðina til
Tjørnuvíkar, har vit m.a fara at grilla og hugna okkum saman. Hesuferð
verður útferðin hildin leygardagin tann 12.juni 2010.
Grillin verður tendra umleið kl 11.30 og her bjóða vit burgarar og fáa
okkurt drekkandi afturvið. Omaná fáa børnini ís.
Vit vóna at tey vaksnu hava okkurt gott við afturvið kaffi (kaku, tertur
o.l.)
Vit enda úferðina umleið uml kl 16.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll.
Vinarliga sigi okkum frá ( sms ella mail ) hvussu nógv børn og vaksin koma -
í seinasta lagi 08. juni.
Vinarliga heilsan
Krista tlf 265204
Osvør tlf 214299


