Altjóða Autismudagur er 2. apríl
WAAD (World Autism Awareness Day), sum er Altjóða Autismudagurin hjá ST og er 2. apríl á hvørjum ári, fellur í 2010 á Langafríggjadegi.
Autismufelagið hevur sent bræv til til Jógvan Fríðriksson, Føroya Bisp, um hann kann heita á prestarnar um at hava hetta til inspiratión til prædikuna á degnum til tess at varpa ljós á livikorini hjá fólkum, sum bera brekið autisma, ja bera brek sum heild.
Felagið fekk jaligt svar frá Bispi og bar hann boðini víðari og eri vit takksom fyri tað; vónandi tóku nógvir av okkara prestum uppskotið til umhugsunnar.
Gleðiligar páskir
Nevndin


